Mynd: Reidar Simonsen.

Tummas T. skal landa makrel á Tvøroyri

vinna14-09-2019 - 15:52 - Jóanis Nielsen

 Tummas T., sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi norðanfyri, er komin á Kollafjørð við 450 tonsum, sum teir skulu landa á Tvøroyri.

Í løtuni landar Finnur Fríði sild á Tvøroyri, so Tummas T. sleppir framat, tá íð liðugt er at landa Finn Fríða.