Trý skip landa makrel í Kollafirði - myndir

vinna19-09-2018 - 13:42 - Jóanis Nielsen

 Nógvur makrelur verður arbeiddur á Faroe Pelagic í Kollafirði, beint nú eru trý skip á Kollafirði við makreli.

Grønlendska skipið Tasiilaq landar 500 tons, aftaná skal Borgarin landa góð 800 tons og í morgun kom Norðingur við 500 tonsum, sum teir sleppa at landa í morgin.