Her landar Finnur Fríði í Kollafirði.

Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landa báðir í dag

v23-08-2013 - 19:16 -

 Trondur í Gøtu og Finnur Fríði landa báðir í dag, teir hava roynt í ein landnyðring úr Fugloynni.

Tróndur í Gøtu kom á Kollafjørð fyri løtu síðan, teir hava uml. 800 tons - 125 av sild og 675 av makreli.

Finnur Fríði fer á Tvøroyri, teir hava 900 tons, teir verða á Tvøroyri kl. 14. Í løtuni landar Høgiklettur á Tvøroyri, teir verða liðnir, tá ið Finnur Fríði kemur.