Trølla skinka og Sjórák ostur

vinna28-11-2019 - 14:36 - Jóanis Nielsen

LIVANDI TILFEINGI og Trøllanes

Á forvitnisliga tiltakinum LIVANDI TILFEINGI Í Reinsaríðnum hetta vikuskifti
luttekur eisini Útistovugarðurin á Trøllanesi. Umframt egnar framleiðslur
fer Útistovugarðurin eisini at selja kendu turkaðu Trøllaskinkuna og Sjórák
(Múlaosturin) sum, í samráð við Jógvan Høj og Johan Mortensen, eru turkaði í
einum av hjallunum hjá Útistovu á Trøllanesi. Trøllanes er eitt av bestu
økjunum í Føroyum at turka matvørur.

Tað koma sera nógv ferðafólk til Trøllanesar og í heyst hava tey havt
møgulleika at royna skinkuna og ostin og undirtøkan og áhugin hjá
ferðafólkunum hevur verið sera góð.