Tilmælið um serligt atlit í samband við innflutning av hundum er tikið av

16-10-2019 - 14:39 - Jóanis Nielsen

Vegna fráboðan um at fleiri hundar í Noregi brádliga gjørdust álvarsliga sjúkir av ókendari orsøk, mælti Heilsufrøðiliga starvsstovan herfyri til at taka serlig atlit fyri at fyribyrgja møguligari smittu frá innfluttum hundum.

Hetta tilmælið verður nú tikið av. Hóast tað ikki er avvíst, at sjúkan smittar frá hundi til hund, kann staðfestast, at um so er, at talan er um smittandi sjúku, skal nógv til, fyri at hundur skal smittast. Ein bakteria, providencia alcalifaciens, er funnin í flestu hundunum, tó ber enn ikki til at siga, hvørt henda bakterian er orsøk til sjúkuna ella tað er sjúkan, sum ger møguleika fyri, at bakterian kann nørast. Undir øllum umstøðum verður roknað við, at sjúkan er er orsakað av fleiri viðurskiftum, sum henda samstundis. Veterinærinstituttet í Noregi ger framvegis kanningar fyri at finna orsøkina til sjúkuna.

Hundaeigarar eiga tó altíð at ansa eftir sínum hundum, ússaligir hundar eiga ikki at fara til kappingar ella hava samband við aðrar hundar. Eisini eigur skarn altíð at verða tikið upp eftir hundinum. Um hundur gerst álvarliga sjúkur, skal eigarin seta seg í samband við djóralækna.

Tað er altíð ein ávísur vandi fyri sjúkum, tá hundar koma til Føroyar úr útlondum. Í sambandi við innflutning og ferðing skal ein hundur tí lúka ávís krøv til koppsetingar, viðgerðir, kanningar v.m., soleiðis at vandin fyri sjúkum í stóran mun avmarkast.

Fyri nærri upplýsingar ber til at venda sær til Birnu Mørkøre, landsdjóralækna áhfs@hfs.foella tlf 55 64 00.