Mynd: Finn Larsen.

Team Rynkeby: 141 fólk hava tekna seg til

ítróttur21-08-2013 - 23:30 - Jóanis Albert Nielsen
Heili 141 fólk hava tekna seg á bíðlista til at sleppa at hjálpa krabbameinsraktum børnum og familjum teirra. Túsund, túsund tøkk fyri tann stuðul og uppmerksemi um tiltakið. Stýribólkurin fer nú undir uppgávuna at velja teir 35 súkklarar og 6 til 10 hjálparfólkini út. Øll fáa svar innan tann 2. Sept. Stendur at lesa á Facebook bólkinum hjá Team Rynkeby.