Talv: Spennandi jólakapping - teir ungu bjóða av

ítróttur29-12-2016 - 23:33 - Jóanis Nielsen

 23 telvarar vóru við í jólakappingini hjá Sandavágs Talvfelag. 

Kappingin gjørdist sera spennandi - teir ungu telvararnir vístu tenn og telvaðu fleiri heilt góð talv - 11-ára gamli Jón í Horni Nielsen gjørdist nr. 2 í kappingini við 18 stigum, nr. 3 gjørdist Jón Gregersen eisini við 18 stigum, Torkil Nielsen vann kappingina við 21 stigum, hann tapti bara eitt talv, tað var ímóti Jón í Horni Nielsen.

Raitingvirðislønirnar vunnu Bernhard Augustinussen og Oddmar Ravnsfjall.

Sí myndirnar niðanfyri.

Sí eisini fleiri myndir HER.