Sverri sleipaði útróðrarbát á Miðvág - myndir

myndir03-07-2019 - 22:52 - Jóanis Nielsen

 Báturin, sum fekk motortrupulleikar í Mykinesfirði og fór rekandi mannleysur langt norður um Barðið, er fyri løtu síðan komin á Miðvág.

Tveir mans vóru umborð á uppsteðgaða bátinum, báturin Skarvur úr Sørvági kom til hjálpar og setti á bátin at sleipa, men tað rak hart og stór alda, so tað slitnaði úr, vandi var fyri, at báturin fór á land, tí var avrátt at taka mennirnar umborð á Skarv, boð vóru send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum kom til bátin langt norðanfyri Barðið, Skarvur hevði fylgt bátinum alla tíðina. 

Tað eydnaðist at fáa fast á bátin, Sverri sleipaði hann heim igjøgnum Vestmannasund og á Miðvág, har teir komu umleið kl. 22.30.

Teir høvdu fiskað væl, høvdu góð 2.000 pund.

Vit tóku hesar myndirnar, tá ið Sverri kom á Miðvág við bátinum.