Sverri sleipaði ein bát inn seinnapartin

top11-07-2020 - 18:14 - Jóanis Albert Nielsen
Um 14 tíðina seinnapartin í dag loysti bjargingarbáturin Sverri frá bryggju í Miðvági, og setti kós til ein útróðrarbát, sum hevði fingið motortrupuleikar beint suður úr Ritubergsnøvu. 

Sverri var hjá bátinum 10. minuttir eftir at hann loyst, og byrjaði at sleipa útróðrarbátin á Miðvág. Um 15 tíðina kom Sverri á Miðvág við útróðrarbátinum.