Sverri signaður á Sandavági

Vinna21-07-2013 - 21:34 - Jóanis Nielsen

Um 14-tíðina í dag stevndi bjargingarbáturin SVERRI inn á Sandavág, har hann varð signaður - SVERRI er uppkallaður eftir Sverra Nielsen, sála, sum gjørdi eitt megnar arbeiðið í Vága Bjargingarfelag, har hann var formaðr í fleiri ár.

Báturin stevndi aftaná inn á Miðvág og kl. 16 var móttøka í Sørvági, har bjargingarbáturin kemur av hava støð.

Fyrstu 5 myndirnar hevur Sólja Jóanisdóttir tikið. Jan Erik Simonsen hevur tikið hinar myndirnar.