Stuttfilmar um vetrarferðslu

mentan28-11-2019 - 14:55 - Jóanis Nielsen

LV - FERÐSLUTRYGD: Seinnu árini hevur Landsverk gjørt fleiri stuttar, upplýsandi filmar um ferðslutrygd. Filmarnir hava verið at sæð av og á í Gevið Gætur-sendingini hjá Kringvarpinum og hava eisini verið at finna á Youtube.

Á Landsverki eru vit altíð til reiðar at taka okkum av teimum avbjóðingum, sum hálka og kavi kunnu hava við sær í vetrarferðsluni. Vit kunnu ikki heilt burturbeina allar teir ampar, ið eru í ferðsluni um veturin, men saman kunnu Landsverk og bilførarar fáa ferðsluna tryggari fyri allar partar, um øll taka ábyrgd, koyra eftir umstøðunum og ansa eftir hvørjum øðrum í ferðsluni.

Góð ráð í vetrarferðsluni
Á heimasíðuni hjá Landsverki her finnast nógv góð ráð til bilførarar í vetrarferðsluni. Eisini hevur stovnurin latið gera nakrar stuttfilmar um vetrarkoyring, sum nú verða at síggja aftur í Gevið Gætur í sjónvarpinum.

Samanlagt tríggir filmar eru um trygga vetrarkoyring. Teir vísa millum annað, hvussu tú best fyrireikar teg til ferðina, so tú kennir umstøðurnar og koyrilíkindini og kanst taka hædd fyri hesum. Ymsar vandastøður í vetrarferðsluni verða lýstar, og fleiri góð ráð eru um, hvussu til ber at fyribyrgja, at tær henda, og hvussu best er at bera seg at, um ein til dømis steðgar upp.

Afturat hesum hevur Landsverk eisini gjørt tveir stuttfilmar um rættan atburð hjá bilførarum, tá koyrt verður í tunlum og ein film til ferðafólk um, hvussu koyrt verður á føroysku landsvegunum og eitt nú í gomlu, einbreytaðu tunlunum.

Sí vetrarfilmarnar her:
Vetrarkoyring 1
Vetrarkoyring 2
Vetrarkoyring 3