Stovnandi fundur í kvøld

13-02-2018 - 12:27 - Jóanis Nielsen

Í kvøld verður stovnandi fundur av áhugafelagnum, ið skal virka fyri at byggja Føroya fyrsta flog simulator. Fundurin verður vestri á flogvøllinum í kvøld, týskvøldið 13. februar, kl. 19.00


Á skránni er framløgur um verktætlanina, viðtøkur skul skrivast og góðtakast, og eisini skal ein nevnd veljast. Ein kaffimunnur verður eisini at fáa. Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim.

Øll, ið hava áhuga í flúgving og simulatorum, og verkætlanini annars, eru hjartaliga vælkomin.