Stórur tørvur á cpr. nummari og NemID

Politikkur23-03-2021 - 16:25 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er longu nú eitt greitt tekin um, at tað hevur verið ein tørvur í Føroyum at hava møguleikan at fáa sær cpr. nummar og NemID. Við nýggju møguleikunum er tað blivið nógv smidligari hjá føroyingum bæði at samskifta og at fáa atgongd til danskar stovnar. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað Høgna Hoydal, løgtingsmanni í einum § 52a fyrispurningi í dag.

“Ríkisumboðið veit at siga, at tey hvønn dag eru í samskifti við borgarar, sum spyrja um møguleikan at fáa cpr. nummar og NemID. Frá 1.januar 2021 til 11.mars 2021 hevur Ríkisumboðið fingið 270 umbønir um at fáa cpr. nummar. Frá 22.februar 2021 til 11.mars 2011 hevur Ríkisumboðið fingið 102 umbønir um at fáa NemID”, svarar løgmaður millum annað.

Svar løgmans kann lesast her