Stórt ferðamannaskip á Havnini - myndir

Myndir14-09-2014 - 19:09 - Jóanis Nielsen

 Í gjár vitjaði stóra ferðamannaskipið LEGEND OF THE SEAS á Havnini. Nógv ferðafólk vóru at síggja í Havn, eisini vóru fleiri bussar í Vágum við ferðafólkum frá hesum skipi.

Í gjárkvøldið loysti skipið av Havnini og setti kós vestur í hav. Tað fór fyri vágnum her í Sandavági í myrkrinum í gjárkvøldið.  LEGEND OF THE SEAS skal viðja í Reykjavík, har tað verður mánamorgunin.

Skipið er 264 metrar langt og 36 metrar breitt.