Størri skúlaøki einasta gongda leið

Mentan23-10-2013 - 03:58 -

Formaður Føroya Lærarafelags tekur undir við løgmanni at skipa fólkaskúlan í størri eindir

Hvussu skal skúlabygnaðurin í Føroyum vera. Hesin spurningur er afturvendandi og tykist ikki einfaldur at svara ella loysa. Royndir eru gjørdar at endurskoða skúlabygnaðin fyri at gera hann bíligari og betri, ítøkiligar royndir eru gjørdar, men allar royndir eru higartil sleptar, tí bíðað verður eftir kommunusamanlegging. Í samgonguskjalinum, sum var undirskrivað í 2011, verður sagt, at miðað verður eftir størri skúlaeindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga umhvørvinum. Hædd verður tó tikin fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram. Í ólavsøkurøðu løgmans í ár tók løgmaður afturíaftur evnið og segði, at ætlanin er at skipa fólkaskúlan í størri eindir.


Sambært løgmanni verður nýskipanin eftir ætlan sett í verk í skúlaárinum í 2014/15, men hvussu hetta skal verða gjørt, kom hann ikki inn á í røðuni. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, heldur, at vit eiga at síggja veruleikan í eyguni.
- Játtanin til fólkaskúlan er ov lítil og stendur í stað, samstundis sum minkandi barnatalið skeiklar skúlabygnaðin so ella so. Vit mugu tora at tosa um, hvussu skilagott tað er at halda lív í teimum heilt lítlu skúlunum, har stutt farleið er til ein størri skúla. Men at niðurleggja ella at leggja skúlar saman er eingin loysn í sær sjálvum, og um einasta ætlanin er sparing ella ein desperat loysn at fáa játtanina at røkka, so er tað ikki nakað sum Lærarafelagið vil vera partur av. Summa staðni er skilagott at leggja skúlar saman, aðrastaðni gevur tað ikki meining.


Formaður Føroya Lærarafelags heldur ongan iva vera í, at tað eru nógvir fyrimunir í at hava størri skúlaøki, har skúlar í einum øki hava eina felags leiðslu.
- Skúlin, eins og aðrir stovnar, verður meira og meira spesialiseraður bæði námsfrøðilga og tøkniliga. Fleiri lærarar eru og verða útbúnir innan serstøk øki, og øll eiga at fáa gagn av hesi servitan. Samstundis eiga lærarar at hava umstøður at brúka sína vitan og førleikar til fulnar, og tá er ein ávís skúlastødd ein fyrimunur. Orkan eigur at verða brúkt til at gera ein góðan skúla í einum øki heldur enn at spjaða orkuna ov nógv út, so øll fáa ov lítið. Hetta hevði verið ideelt, men vit liva ikki altíð í eini ideellari verð. Eisini krevur tað, at lærarar eru opnir fyri at arbeiða ikki bara í einum skúla, men hava tilknýti til skúlarnar í økinum, og at Mentamálaráðið er opið fyri at tingast um, hvussu ferðing og flutningur gerast partur av arbeiðstíðini hjá lærarum.


Hvussu løgmaður ætlar at fáa eina nýskipan setta í verk á fólkaskúlaøkinum longu til næsta skúlaár, hevur formaður Føroya Lærarafelags einki boð upp á.
- Vit hava 30 kommunur og um hálvthundrað skúlar. Kommunurnar og borgararnir avgera skúlabygnaðin, og tað er lítið sannlíkt, at kommunur fara at niðurleggja ella leggja skúlar saman, uttan at tænastustøðið eisini verður betri. Í tosinum um broytingarnar í skúlabygnaðinum er eingin ætlan ella útrokning nakrantíð løgd fram. Og tað er sum kunnugt ein av fyritreytunum fyri at kunna taka skilagóðar avgerðir.

Lesið greinina í fullum líki í Skúlablað nr. 5, sum er komið fyri stuttum.

Kelda: Føroya Lærarafelag.