STÓRMØTINI ’13: “JESUS ER VEGURIN, SANNLEIKIN OG LÍVIД

Mentan18-10-2013 - 14:40 - Jóanis Nielsen

Næsta vikuskifti skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Badmintonhøllini í Klaksvík. Hetta er stórt tiltak, har væntandi fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum luttaka.

Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld kl. 19:30 – sunnukvøldið tó kl. 18:00 - við einum evni, sum øll hava við heitið omanfyri at gera. Tí endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Tilboð er um barnaansing í Skálanum, meðan hesi 3 møtini eru, eisini verður teknmálstulkur sunnukvøldið.

Harumframt eru serlig tiltøk – vit nevna tey “hitt” - fyri børn, juniorar (11-15) og ung. Juniorhittið verður í KFUM&K fríggjakvøldið kl. 19:30 (samstundis sum stórmøtið) við evninum “Tapari ella hetja?” og við bestubitum frá TeenStreet, sum er altjóða lega í Týsklandi hvørt summar. Stórmøtið leygarkvøldið er skipað sum eitt ungdómshitt, har evnið er: “Er Jesus sannleikin?” og sera væl umtókti bólkurin High5 syngur. Familju-hittið er sunnudagin kl. 15:00, har ein sangleikur um Elia verður framførdur.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Stórmøtini ’13!

Kirkjuliga Heimamissiónin