Stór tilrigging - 500 fólk til borðs

mentan28-04-2017 - 14:11 - Jóanis Nielsen

Í samband við stóra hátíðarhaldið, sum verður sunnudagin í samband við at Sandavágs kirkja verður 100 ár, eru stórar fyrireikingar í gongd.

Vit tóku hesar myndirnar í Høllini á Giljanesi í morgun.

Leygardagi 29. apríl eru liðin 100 ár, síðan kirkjan í Sandavági varð vígd. Sunnudagin 30. apríl verður stórt hátíðarhald í bygdini.

Gudstænasta verður kl. 11. Skráin er henda:

Præludium – Mattias Kapnas

Sálmur: Smáar aldur fjøru randa

Kollekt/lestur – Marjun í Kálvalíð

Vágkórið

Uni Næs dómpróstur

Sálmur: Frelsarin hirði mín góður er

Prædika – Inga Poulsen Dam

Solosangur – Katrin á Borg

Sálmur: For Harrans orð, ið sum ein sól

Vágakórið

Kollekt, signing – David Johannesen

Sálmur: Tú alfagra land mítt

Postludium – Mattias Kapnas

Klaver – Mattias Kapnas

Urga – Bjarki Johannesen

Trombon – Finnur Joen-Jacobsen

Rúmast ikki øll í kirkjuni, ber til at síggja og hoyra gudstænastuna í Meinigheitshúsinum, so at ongum nýtist at setast aftur.

Eftir gudstænastuna verður døgurði í ítróttahøllini á Giljanesi.

Inni í høllini verður eisini myndaframsýning, sum lýsir søguna hjá kirkjuni hesi 100 árini. Tað eru Hanna og Jóhannes Dam Hansen í Miðvági, sum hava lagt framsýninginagjørt til rættis.

Klokkan 18 verður fjølbroytt konsert í kirkjuni.

Tey, sum fara at spæla og syngja, eru:

Barnakór

Tær fýra: Jensia H. Kjærbæk, Ingrid H. Petersen, Jóhanna Sofía Petersen og Henrietta Midjord

Jórunn Gudmundsen

Bjarta Arge

Ólavur Jacobsen

Katrin á Borg

Mattias Kapnas

Elin Brimheim Heinesen

Óluva Dam, Jensia Dam, Dorthea Dam

Vágakórið

Øll eru hjartaliga vælkomin