Starvsfólk í Familjufyrisitingini skulu ikki missa vunnin rættindi

politikkur19-03-2021 - 13:35 - Jóanis Nielsen

Yvirtøkan av familjurættinum og stovnsetanin av okkara Familjufyrisiting er ein sólskinssøga.

Frá Ólavsøku 2018 hevur Familjufyrisitingin virkað undir føroyskum málsræði. Ein av høvuðsorsøkunum, til at yvirtøkan hevur gingið so væl, er, at starvsfólkini, sum frammanundan starvaðust hjá Ríkisumboðnum í stóran mun fylgdu við í yvirtøkuni.
Starvsfólkini eru tey, ið skapa innihaldið á stovninum og um ikki tey fylgdu við í yvirtøkutilgongdini, høvdu vit yvirtikið ein tóman stovn, sum vit so skuldu brúkt tíð og orku uppá at bygt upp. Hesum sluppu vit undan, tí starvsfólkini fylgdu við í nýggju Familjufyrisitingina. Ístaðin høvdu vit ein fult virkisføran stovn frá byrjan av.

Lóggávan um starvsfólkaviðurskifti í sambandi við yvirtøkur ásetir, at starvsfólkini ikki skulu fáa verri treytir í samband við yvirtøkur, men skulu kunna halda fram eftir somu ella líknandi treytum (løgtingslóg nr. 81 frá 14. mai 2005 og nr. 528 frá 24. juni 2005) Tí hevur málið um yvirtøkuna av familjurættinum verið viðgjørt útfrá tí sannføring, at starvsfólk sjálvsagt varðveita síni rættindi. Eins og við øðrum yvirtøkum.

Starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava nú gjørt vart við, at fyri nøkur av starvsfólkunum er tað nú uppstaðin ein trupulleiki, sum stendst av, at tað er ymiskt, hvussu lógin verður tulkað. Sum skilst eru ósemja millum partarnar um hetta. Nøkur av starvsfólkunum hava so at siga somu setanarviðurskifti í dag, men ætlanin er at nøkur teirra fáa øðrvísi treytir nú. Hetta merkir, at nøkur fara niður í løn. Hetta hevur hvørki verið siðvenja ella ætlanin. Taka vit t.d. yvirtøkuna av fólkakirkjuni, sum nokk er seinasta yvirtøka har starvsfólk fylgdu við, fingu starvsfólkni sum skilst somu viðurskifti aftaná yvirtøkuna. Tí er tað púra óskiljandi, at nøkur starvsfólk í Familjufyrisitingini nú ætlandi ikki fáa somu treytir sum frammanundan hóast sama lóggáva er galdandi.

Tí seti eg landsstýrismanninum nakrar spurningar um málið.

  1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at ávís starvsfólk í Familjufyrisitingini ikki fara niður í løn?
  2. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi at lækka lønina hjá fólki?
  3. Hvussu hevur lóggávan um starvsfólkaviðurskifti verið tulkað fyrr?
    Mistu starvsfólk t.d. rættindi, tá ið fólkakirkjan bleiv yvirtikin?
  4. Hvussu nógv er samlaða upphæddin, sum skilir partarnar, roknað per ár?

Sirið Stenberg
Tjóðveldi