Stállínuskipini góvu arbeiði til nógvar hendur.

Mentan15-08-2013 - 16:03 -

Tíðindaskriv:

Stállínuskipini góvu arbeiði til nógvar hendur.

Hóast strævið lív, so var einki annað at gera tá, siga menninir sum frá byrjan vóru við til at manna línuskipini. Fyrsta bókin í røðini um stállínuskipini er komin út.

Søgan um stállínuskipini er long. Hon byrjaði í 1956, og er ikki endað enn, tí fleiri skip eru framvegis í vinnu, sum vórðu bygd fyri meir enn 50 árum síðani.

Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin verður stovnaður.

Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali í onnur lond.

Í februar í 1956 gjørdi felagið D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja fyrsta línuskipið úr stáli. Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom til Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.

Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt síðani.

Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu sær fyri at byggja línuskip.

Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri, fyri at sleppa uppí part.

Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at gera, enn at fara til skips.

Tað er serliga tey fyrstu árini í 60unum, at bátarnir vóru nógvir. Teir hoyrdu heima í nógvum plássum í Føroyum.

Menn spílaðu seg út fyri at fáa lut í línuskipunum, og samstundis tryggja sær ein kjans við skipinum. Tí tóku menn seg saman í nógvum bygdum, og settu pengar í skipini. Talan var um nógvar pengar eftir tátíðar meti – ein vanligur maður setti uppí 10.000 kr. í, og tað var ikki smávegis tá í tíðini. Í einstøkum førum hava teir greitt frá, at teir settu 50.000 kr. í línuskipini. Tað varð lutvíst gjørt við egnum pengum, og so fingu teir restina til vega við at lána í bankanum. So teir spardu seg ikki, fyri at fáa eitt vinnutól til vega.

Tað er Sigmar Bláberg sum hevur skrivað bókina: Stállínuskipini – nýggj byrjan – 1956-61.

Høvundin var eitt skifti sjómaður, og í hesum døgum eru júst 40 ár liðin, síðani hann fór fyrsta túrin á Flemish Cap, við ”Kvikki”, sum Joensen & Olsen í Klaksvík átti.

Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og eisini frá forlagnum. Hon er 350 blaðsíður, og kostar 300 kr.