Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 21. September

Mentan19-09-2013 - 18:20 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv:

Heystið byrjar av álvara nú Leygardagin !

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 21. September

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin 21. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru 13 seyðir at taka 2 veðrar, 5 ær og 6 lomb.

Dagurin byrjar við, at farið verður frá bygdarhúsinum klokkan 7.30 leygarmorgunin. Vanliga eru vit aftur klokkan 13.00. og tá verður døgurði fyri fjallfólkinum í bygdarhúsinum. Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, tá er døgurðin í bygdarhúsinum íroknaður.

Eftir døgurðan verða 4 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Dagurin endar við, at dansur verður í bygdarhúsinum.

Staksnevndin v/Jógvan Magnussen

Tlf 26 57 17