So er man nakað moyrur tá man kemur til Paris

ítróttur22-08-2013 - 03:14 - Jóanis Albert Nielsen

Vit hava havt eitt prát við Jonhard Joensen, sum møguliga sleppur við til París at súkkla fyri føroyska Team Rynkeby.

Trýst her og les at 141 fólk úr Føroyum hava tekna seg. 

1. Nær byrjaði tú at súkkla?

-Eg byrjaði at súkkla 14. aug 2012 eftir at hava sæð Jóanis Albert Nielsen súkkla aftur og fram, og tonkti at hattar kanska var nakað fyri meg, so eg kundi koma nøkulunda í form aftur, eftir at hava verið óvirkin í 10 ár eftir at eg gavst at spæla fótbólt.

2. Hvussu ber tað til at tú meldaði teg til Team Rynkeby?

-Meldaði meg til, tí at hesin túrur kundi bæði geva mær nakað og so er tiltakið eisini, at tað kann hjálpa til tað góða arbeiði sum tiltakið Team Rynkeby ger.

3. Ert tú spentur uppá at fáa svar uppá um tú ert við?

-Ja spentur, tí tað sleppa bara 35 við av gott 140 umsøkjarum.

4. Hvat krevur ein slíkur túrur av venjing?

-Veit ikki orduliga hvat skal til, men eg haldi at eg eri nøkulunda væl fyri, havi tó ikki súkkla so langar strekningar, og so er tað eisini í 6 dagar haldi eg, so um man sleppur við so er man nakað moyrur tá man kemur til Paris segði Jonhard Joensen at enda.

Í morgin er ein samrøða við Alfred Hummeland fyriskipara av túrinum.