So byrjar flogbólturin av álvara

ítróttur08-11-2019 - 16:42 - Jóanis Nielsen
Eftir ein oktober mánað við ikki færri enn 21 landsdystum í Føroyum og úti í heimi, er nú alt klárt til at landskappingin í Meistaradeildunum og lægri deildum kann byrja. FK-Cup farna vikuskifti gav ávísar ábendingar, men nú er tað álvari.

Føroyameistararnir beint í eldin

Hjá kvinnunum vann Fleyr dramatiska FM-finalu ímóti SÍ seinasta kappingarár. Helst ein tann mest spennandi finala nakrantíð. FM-heitið skal Fleyr út at verja í ár, og byrjanir verður ikki løtt. Eitt munandi styrkt Dráttur-lið bíðar á Giljanesi sunnudagin. Dráttur vann FK-Cup og undirstrikaði, at tær ætla sær langt í ár.

 

Men longu leygardagin verða tveir dystir. KÍF fer til Sørvágs við nýggjum venjara og tveimum profilum úr Fleyr á liðnum. Landsliðsvenjarin Lars Engell er settur venjari í KÍF, Anja S. Danielsen og Anna Sára Leivsdóttir Skaalum eru í ár komnar úr Fleyr. Unga SÍ liðið vísti tó góðar dygdir í FK-Cup, og verða ikki lættar at syfta í Sørvági. Á síðulinjuni stendur Rajko Petrovic, sum ár eftir ár megnar at menna leikarar av hægsta kalibur.

 

Hin dysturin leygardagin er ímillum Mjølnir og TB. Mjølnir er munandi styrkt frá í fjør. Alina Adamenya er leikandi venjari. Hon spælir hevari og skal fóðra Sofíu Purkús á kantinum og afturkomnu systrini Elisabeth á miðjuni og allar hinar sjálvandi. At síggja til er Mjølnir ein av stóru avbjóðarunum í ár.

TB hevur fingið Inge Marie Rasmussen heim aftur úr Fleyr og er hon saman við Rannvá Berg í Heiðunum royndasti leikari á liðinum, sum annars er mannað nøkrum av evnaríkastu ungu leikarar í landinum. Venjarin Mirko Ristovic dugir væl at seta við og fáa burturúr.

 

1. Leikumfar í Meistaradeldini hjá kvinnum:

 

Føroyameistararnir á heimavølli

Mjølnir hevði eitt framúr gott kappingarár 2018/19. Teir vunnu greipuna og løgdu frá byrjan sjógv ímillum seg og øll hini. Leikandi venjarin Phil Freere gjørdist ársins leikari og áleypari, og saman við Steffani, Thorvaldi, Trygva og øllum hinum í Mjølni var einki hjá hinum at gera. Liðið er tað sama og enntá styrkt við Mikheil Hoyte, sum spælir á miðjuni og sær sera sterkur út.

 

Øll hini liðini mugu bara býta tenninar fast saman og gera tað, sum tey ikki megnaðu í fjør. SÍ fær fyrsta møguleikan í Klaksvík sunnudagin. Liðið er tað kenda frá í fjør. Mannað við evnaríkastu ungu leikarunum í Føroyum og mesta vinnandi venjaranum á síðulinjuni. Tað er altíð nakað!

ÍF og Fleyr spæla fyrsta dystin í Meistaradeildini, tá ið tey hittast á Kambsdali leygardagin. Fleyr hevði eitt gott kappingarár í fjør og lógu og togaðust upp ímóti Mjølni. Teir vunnu FK-Cup síðsta vikuskifti.

Hjá ÍF var tað meira so sum so, og venjarin Boban Ilic skal helst brúka eina løtu at spæla nýggja og unga liðið rættiliga saman. Vit kunnu vænta okkum ein spennandi og javna dyst, og ofta enda dystir millum ÍF og Fleyr við 3-2 annan vegin.

1. umfar í Meistaradeildini hjá monnum:

Nr.

Deild

Dagur

Dagf.

Lið

-

Lið

Staður

Kl.

101

MM

Ley

09.11.19

ÍF

-

Fleyr

Kambsdalur

14.00

102

MM

Ley

09.11.19

Mjølnir

-

Badmintonhøllin

18.30