Smyril fór aftur í sigling í morgun

13-10-2019 - 18:47 - Jóanis Albert Nielsen
Smyril sum hevur verið í dokk seinastu vikurnar fór aftur í rutusigling í morgun. Smyril kom aftur til Føroyar í gjár.

Meðan Smyril hevur verið í dokk, hevur SSL leiga Prince at røkja siglingina.

Prince er skrásett á Kypros og er bygt í 1974. Skipið er 152,39 metrar langt og 20.05 metrar breitt. 

Til samanlíkningar er Smyril 138 metrar til longdar, 22,7 metrar breiður. Smyril er bygdur í 2005 og tekur 200 bilar og 975 ferðafólk í háarstíð.