Smiðjan letur upp í morgin týsdagin

Vinna25-09-2017 - 22:43 - Jóanis Albert Nielsen

Mánaðarskiftið august/september fekk Nest nýggjar eigarar, og skifta samstundis navn til Smiðjan. Síðani tá hava nýggju eigarnir av Smiðjuni arbeitt við at gjørt broytingar. Nú er klárt at lata upp, og tað verður í morgin týsdagin 26/9 klokkan 16:30.

Smiðjan hevur í nakrar dagar royndarkoyrt nýggja ovnin. Afturmeldingarnar frá kundum, sum hava koyrt forbíð ella snapchatt vinum hjá smiðjanfo, sum hava roynt pizzarnar hava verið positivar.

Nýggju eigarnir av Smiðjuni eru spentir, og gleða seg til at taka móti kundum. Møguleiki verður bæði at sita inni í matstovuni, og taka matin útvið. Telefonnummari hjá Smiðjuni er gamla nummari 308888.

Les eisini: Smiðjan í Miðvági fer at selja mat

Upplatingartíðirnar hjá Smiðjuni eru hesar:

Mánadag til hósdag frá kl: 16:30 til kl: 21:30

Fríggjadag frá kl: 16:30 til kl: 24:00

Leygardag frá kl: 16:30 til kl: 24:00

Sunnudag frá kl: 16:30 til 22:00.