Skúvoyarferjan við bryggju í Havn - myndir

tíðindi05-01-2014 - 03:42 -

 Vit tóku hesar myndirnar í kvøld av nýggju skúvoyarferjuni, sum lá við bryggju hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn.

Sum skilst, so er tað eitt gott skip, sum er keypt. Skipið tekur 36 ferðafólk og kann sigla uml. 15-16 fj. um tíman.

Væntandi verður nýggja skipið sett í sigling í mars ella apríl.