Sjómanslív í Rit & Rák

Mentan01-11-2013 - 22:35 -

 Sjómanslív í bókhandli er sjálvandi í bókformi, tí at týskvøldið 5. november greiða høvundarnir, Páll Kunoy, Heðin Samuelsen, Sigmar Bláberg og Óli Olsen frá sínum bókaverkum um ávikavist "Gingu burtur somu nátt  -  Immanuel og Laura", "Søgan um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall", "Stállínuskipini  – Nýggj byrjan 1956-61" og "Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð"

 

Páll Kunoy úr Kunoy hevur skrivað um sluppirnar Immanuel og Lauru, sum báðar gingu burtur í 1932. Heðin Samuelsen úr Sumba hevur skrivað søgu um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall. Sigmar Bláberg úr Funningi hevur givið sína fyrstu bók um stálskipini út, og klaksvíkingurin Óli Olsen skrivar hesaferð um okkara siglandi arv, søgan um føroyskt træskipasmíð.

 

 

Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð

Bókin hjá Óla Olsen røður um føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar. Høvundurin greiðir frá fjølbroyttum skipasmíði fram til 1978, tá ið seinasta langfaraskipið, Jøkul, fer av bakkastokki.

 

Parturin "Siglandi mentanararvurin" umrøður gomlu seglskipini og motorbátarnar, sum enn rógva út.

 

 

Stállínuskipini – Nýggj byrjan 1956-61

Sigmar Bláberg sigur, at tey mongu línuskipunum, sum vórðu bygd til Føroya seinast í 1950-unum og fyrst í 1960-unum, kollveltu bæði fiskivinnuna, og ikki minst føroyska samfelagið. Tíðin var farin frá gomlu træskipunum, og skuldi fiskivinnuni vera lív lagað, var neyðugt við betri skipum.

 

At línuskipini hava prógvað sítt virði, er heldur eingin ivi um. Tí meira enn 50 ár seinni eru fleiri av línuskipunum framvegis í vinnu.

 

 

Søgan um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall

Heðin Samuelsen endurgevur bræv, sum Hákun Djurhuus skrivar til skiparan á S/S Oyrnafjalli tann 21. september í 1951:

 

"Hvussu hevur gingið í maskinuni? Vit eru ógvuliga forvitnir eftir at frætta, hvussu føroyingarnir klára seg, nú teir eru einsamallir. Omandeks hevur verið í lagi, bara vit fáa menn í maskinuna, ið roynast, so eri eg ikki ræddur um framtíðina. Oyrnafjall er í farmasigling okkara skúlaskip, tí hevur tað ómetaligt at siga, hvussu skilið er her umborð".

 

 

Gingu burtur somu nátt  -  Immanuel og Laura

Páll Kunoy skrivar í síni nýggju bók um vágssluppirnar Immanuel og Lauru, sum báðar gingu burtur í 1932. Garðamenn áttu Immanuel, og teir á Tjørn áttu Lauru.

 

Søgan um hesar báðar sluppirnar er so syrgilig, at tað er kanska óviðkomandi at samanbera hana við aðrar sorgarleikir á sjónum, men hon høgdi eitt tað djúpasta skar í tilvit føroyinga nakrantíð.

 

Páll Kunoy, Heðin Samuelsen, Sigmar Bláberg og Óli Olsen eru í Rit & Rák týskvøldið 5. November kl.20.00, og sjómansins ljóðføri, harmonikan, ljómar hetta kvøldið. Næstan sjálvsagt hava fyrireikararnir biðið Flóvin Jacobsen spæla.