Sjagaklettur og Vesturleiki sigla inn fullfermdir

Vinna21-08-2013 - 02:05 - Jóanis Nielsen

 Vesturleiki og Sjagaklettur, sum hava samtrolað norðanfyri á uml. 64N og 8V, fóru í kvøld at sigla inn, báðir eru fullfermdir av frystum makreli og sild, tilsamans hava teir uml. 500 tons.

Teir fara í Ánirnar at landa, teir verða í Ánunum á middegi í morgin. Væntandi fara teir nýggjan túr hósdagin.