Siglingin um Skopunarfjørð – IKKI ein spurningur um antin ella, men bæði og

Politikkur27-08-2019 - 07:20 - Jóanis Albert Nielsen

Tænastan skal betrast OG prísurin niður.

Smærri vinnurekandi skulu kunna bíleggja við avsláttarkorti.
Tað allarfyrsta sum skal gerast, er at kapasiteturin um fjørðin má og skal økjast, beinanvegin – hetta skuldi langt síðan verið avgreitt um rætt varð atborið.
Vit kunnu ikki liva við, at vinnulív og privatpersónar uppliva eitt fall í tænastuni, soleiðis sum vit uppliva hetta nú. Í løtuni, minna bíðirøðirnar í Skopun og á Gomlurætt stundum um okkurt frá Sovjetsamveldinum og tá er hvørki dalstunnilin ella virksemi hjá Bakkafrost í Skálavík farið í gongd.
At økja um kapasitetin kann bara gerast uppá ein máta - fleiri túrar mugu siglast um fjørðin. Hetta kann gerast við at seta eina eyka manning á Teistan so hann siglur pendul alt samdøgrið, ella við at seta eina ferju aftrat í sigling.
Velur man at Teistin siglur alt samdøgrið, er upplagt at geva ein trivaligan avsláttur fyri tey ið velja at ferðast ólagaligar tíðir - t.d. frá kl 22 á kvøldi til kl 06 á morgni, meðan restin fungerar eftir verandi skipan við teimum avsláttarkortum sum frammanundan eru og skulu koma.
Øktur kapasitetur vil hava fleiri inntøkur við sær, men um tað ikki dekkar allan kostnaðin eru eykaútreiðslurnar álíkavæl avmarkaðar.
Um 4 ár verður koyrandi undir Skopunarfjørð og tí talan um eina fyribilsloysn og ikki varandi loysn.
Vit skulu hava eina nøktandi samferðslu um Skopunarfjørð, eisini hesi komandi fýra árini.
Brandur Sandoy, Valevni Fólkafloksins