SÍF vann 22-20 á Neistanum

Myndir05-01-2014 - 19:44 - Jóanis Nielsen

 Í 2. deild hjá monnum er ein dystur leiktur á Giljanesi, tað var Neistin, sum var á vitjan hjá SÍF. SÍF vann 22-20 eftir at Neistin førdi í hálvleikinum 11-12.

Tað var SÍF ið byrjaði betri, tá ið 10 minuttir vóru farnir vísti máltalvan 5-2, henda gongdin helt á til 7 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, tá vísti máltalvan 11-8, men tá støðgaði alt upp hjá SÍF, Neistin fekk 4 mál og SÍF einki, so hálvleikstøðan gjørdist at Neistin førdi við einum máli 11-12.

Neistin byrjaði seinna hálvleik har teir sleptu í fyrra hálvleiki, Neistin fekk 3 skjót mál og førdi 11-15, í  7 minutti og í 14 minutti vísti máltalvan 13-18, men so kom vend í hjá SÍF,teir fingu nøkur góð og avgerandi mál - ímeðan Neistin einki fekk, soleiðis gjørdist støðan í 20 minutti gjørdist 19-18 til SÍF. Í 23. minutti var javnleikur 10-19, SÍF skoraði í 26. minutti og fekk 2 mál í 28 minutti - støðan 22-19. Í seinasta minutt fór SÍF málmaðurin Hans Otto við í álop, høvdu skotroynd, men neistamálmaðurin bjargaði og setti bóltin í mál til støðuna 22-20.

SÍF: Hans Otto Samuelsen, Jákup Gardar Joensen 4, Jákup Olaf Thomassen 2, Hans Arni Ellefsen 2, Uni F. Nielsen 1, Eli F. Nielsen 5, Hørður Johansen 3, Sigur Fríði Fróðason, Tóri Nielsen 3, Bjarni Dalsgaard, Jóannes á Steig 2 og Rói Birgisson.

Neistin; Jógvan Johannesen, Janus Stórá 3, Páll Kjartan Nattestad 4, Rógvi Poulsen 1, John Hansen 2, Heðin Laksá 1, Karsten Hansen 1, Einar Martin Jacobsen 7 og Christian Dam Sørensen.

Støður:

5. min. 2-1

10. min. 5-2

15. min. 7-4

20. min. 9-6

25. min. 11-8

30. min. 11-12

35. min. 11-13

40. min. 13-16

45. min. 13-18

50. min. 19-18

55. min. 19-19

60. min. 22-20

Dómarar: Suni Johansen og Álvur Samuelsen

Áskoðarar: 40.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1EB82651897614
2H7172461885812
3Team Klaksvík514714706
4SÍF7182196-148
5Neistin b7177223-466
6KÍF8217244-274
7HC Kvívík10214261-474