Sera hált á Oyragjáarvegnum

myndir10-02-2018 - 14:49 - Jóanis Nielsen

 Tað er sera hált á Oyragjáarvegnum, tað mátti ein bilførari sanna, sum um middagin fór ein túr norður á Oyrargjógv. Komin norður ímóti Rangagjógv fór bilurin at sleingjast og endaði í Rangagjógv.

Bilførarin fekk tíbetur bara smávegis snuddir, hann heitir á øll, um ikki at fara á Oyragjáarvegin í dag.