Sera góð undirtøka fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at taka loftrúmið á føroyskar hendur

Politikkur09-03-2021 - 19:28 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag var fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum hjá Tjóðveldi um at taka loftrúmið á føroyskar hendur. Orðaskiftið var sera jaligt, og tey flestu framsøgufólkini søgdu seg taka fult undir við uppskotinum.


Í undanfarnu samgongu fingu vit yvirtikið loftferðslutænastuna – altso umsitingina av beinleiðis flogferðslu á Føroyar. Nú eigur næsta stigið at takast, heldur Tjóðveldi.

“Vit kunnu seta okkum tann einfalda spurningin: Hví skulu vit ikki hava ræðið á okkara loftrúmi? Hví skal Danmark taka avgerðir um føroyskt loftrúm? Vit eru sjálvsagt fult før fyri at gera tað sjálvi og so kunnu vit avgera, hvussu føroyska loftrúmið verður brúkt – bæði í sivilum og hernaðarmálum,” segði Høgni Hoydal á tingsins røðarapalli í dag.

Hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi skulu tey rinda eina ávísa upphædd. Hetta gjaldið fellur í dag til danskar og íslendskar myndugleikar, sum umsita loftrúmið. Sambært uppskotinum, so eru tey gjøldini, ið Danmark og Ísland taka fyri at flúgva gjøgnum okkara loftrúm millum 70 og 270 mió. kr. árliga.

Hendan risa upphædd kundi verið nýtt til at byggja okkara egnu førleikar upp og skapt tey arbeiðspláss, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið: Eftirlit, radaramyndir, veðurtænasta, leiting og bjarging, radiosamskifti – og ikki minst, at útbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna, flogferðsla og tyrlutænasta longu hevur prógvað virðið av.

Viðgerðin í dag vísti, at framsøgufólk fyri fimm flokkar vóru jaligir og tóku undir við uppskotinum. Málið er nú farið í Uttanlandsnevndina, har fólk verða kallað inn at kasta enn meira ljós á málið.

Tjóðveldi