Samson og Pressarin hjá MEST trívast best í ringum veðrið

vinna08-12-2017 - 16:06 - Jóanis Nielsen

Veðrið var heldur buldraligt gjár hin 7 desember. Her eru nakrar myndir, sum vóru tiknar tá Pressarin var á veg til Næraberg, sum lá á Tangafirði og bíðaði eftir at fáa hjálp til at fáa skipið at bryggju í Kollafirði. Næraberg hevur ikki bógskrúvu og hevði tí tørv á hjálp til at leggja at. Samson og Pressarin frá MEST loystu frá bryggju um 11 tíðina og vóru aftur á Havnini um 15.30 tíðina – “mission completed”.

Á pressaranum var hendan manningin: Christopher Lutzen og Jens Ingolf Poulsen. Á Samson vóru skiparin Sigmund Norðfoss, Mouritz Joensen og Magnus Holm Petersen.

Myndirnar vóru tiknar av Eyðuni Waagstein á middagsleiti í gjár.