Saksaberg kemur á Kollafjørð við 400 tonsum

Vinna21-08-2013 - 01:56 - Jóanis Nielsen

 Saksaberg siglir inn við 400 tonsum, harav størri parturin er sild. Saksaberg fer á Kollafjørð við veiðuni, teir verða á Kollafirði um 22 tíðina í kvøld. Í løtuni landar Atlantsfarið í Kollafirði, men teir verða liðnir, tá ið Saksaberg kemur.

Saksaberg hevur pumpað inn frá Róki og Lerki, teir hava roynt í ein landnyðring úr Fugloynni.