Saga Pearl 2 vitjaði í Havn

Vinna14-05-2014 - 22:56 - Jóanis Nielsen

 Fyrstu ferðamannaskipini hava lagt leiðina hendanvegin. Í gjár vitjaði Saga Pearl 2 í Havn. Tað komu nógvir bussar vestur í Vágar við ferðafólki, sum dasaðu sær í Vágum í góðveðrinum, sum var í gjár.

Skipið er 166 metrar til longdar og breiddin er 22 metrar.

Vit tóku nakrar myndir tá ið Saga Pearl fór fyri vágnum her í Sandavági í gjárkvøldið. Úr Føroyum settu teir kós suður til St. Kilda.