RAN komin aftur úr Grønlandi

vinna17-08-2017 - 21:54 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin RAN er komin heim aftur úr Grønlandi, har teir hava tikið ímóti 500 tonsum av toski frá grønlendskum útróðrarmonnum. Ein partur av veiðuni er landaður í Grønlandi, men teir høvdu eisini fitt av frystum toski í lastini, nú teir komu heim, tað er landað í Kollafirði - Delta Seafood á Tvøroyri keypir frysta fiskin.

Seinni í kvøld loysa teir av Kollafirði, Ran skal til Fredrikshavn, har høvuðsmaskinan skal til eftirlit.

Tá ið teir koma aftur úr Frederikshavn, tá er ætlanin at fara í altjóða sjógv norðanfyri føroyska markið norðanfyri, har teir fara at fiska kongafisk.

Myndirnar tóku vit í kvøld.