Polar Princess landar 1.000 tons av svartkalva í Íslandi

vinna15-07-2020 - 11:06 - Jóanis Nielsen

Polar Princess, sum hevur fiskað svartkalva í grønlendskum sjógvi, er áveg til Íslands at landa, teir hava 1.000 tons, sum teir fiskaðu í ein góðan mánaða.

Tað eru bæði grønlendingar og føroyingur, sum manna Polar Princess, skipari er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.