Pelagiska kríggið – lobbyisman er sterk og lívfrøðin veik

tíðindi23-08-2013 - 02:06 - Jóanis Nielsen

 TÍÐINDASKRIV

 

Pelagiska kríggið – lobbyisman er sterk og lívfrøðin veik

 

Almennir fyrilestrar við Óla Samró og Jens Christian Holst

 

Bjóða verður til almennan fyrilestur um, hvussu lobbyisma og lívfrøði ávirka pelagiska kríggið i Norðuratlantshavinum.

 

Øll londini vilja hava meir, og øll meta tey seg fáa ov lítið.

 

Jens Christian Holst er vorðin kendur, tí hann hevur bjóða ICES og etableraðu havfrøðingunum av. Hann hevur arbeitt á “Havforskningsinstituttinum” í Bergen seinastu tjúgu árini, og hevur alment boða frá, at nógv meir av makreli skal fiskast, tí makrelurin oyðir bæði silda- og botnfiskastovnarnir í Norra.

 

“Fra overfiske til underfiske” er heitið á fyrilestrinum hjá Jens Christian Holst.

 

Óli Samró, fiskivinnugreinari, greinar spentu støðuna millum strandalondini:

 

·         Kjarnan í stríðnum um sild og makrel

·         Verður svartkjaftur tað næsta?

·         Samstarvið millum Norra og ES

·         Lobbyisma             

 

Óli Samró hevur í meir enn tjúgu ár arbeitt við pelagiska kompleksinum eins og fiskivinnupolitikkinum í ES, og kennir flestu av lobbyistunum, sum arbeiða í krókunum í Brússel.

 

Á ráðstevnuni “Pelagisk Dag”, sum var í Ålesund mikudagin 21. august,  løgdu Jens Christian Holst og Óli Samró greiningarnar fram. Framløgurnar vaktu stóran ans í norsku fiskivinnupressuni.

 

 

Tíð:                 Mánakvøldið 26. august kl 19.00.

 

Stað:               Handils- og studentaskúlin á Kambsdali, samkomuhøllin

 

Kostnaður:      Ókeypis

 

Tilmelding:      Ikki neyðug

 

 

 

Óli Samró