Øll elementini til Zarepta komin

tíðindi19-08-2013 - 21:52 -

 Nú eru øll elementini til útbyggingina av Zarepta komin.

Farmaskipið Horst B, sum fyri nøkrum døgum siðan var á Miðvági við elementum til útbyggingina av Zarepta, var aftur í gjár á Miðvági, við elementum. Nú eru øll elementini, sum eru stoypt í Danmark, komin.

Arbeiðið at seta elementini upp byrjar mánadagin og longu um hálvan oktober, skal bygningurin verða innilokaður.