Ókeypis lestrarkort og bíligari skúlabøkur

Mentan21-08-2013 - 15:44 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við nýggja skúlaárið hevur Ó gjørt avtalu við Klaksvíkar og Tórshavnar kommunu um, at lesandi fáa ókeypis lestrarkort. Við lestrarkortinum verður bíligari at lesa í Føroyum, tí lesandi fáa m.a. avsláttur, tá tey fara á kafé, til frisør, keypa koyrikort ella fara til tannlækna.

 

Skúlabøkur

Tað er stuttligt at byrja aftur í skúlanum, men tað er ikki líka stuttligt at síggja bókalistan, sum lærararnir koma við, tí skúlabøkurnar eta studningin.

-         Tað var við ringum tannabiti, tá eg keypti skúlabøkur, tí eg visti, at bøkurnar vóru ov dýrar, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Ó, og fyrrverandi næmingur á handilsskúlanum.

-         Tískil gjørdu vit avtalu við bókamiðsøluna í Føroyum og Danmark um, at lesandi í Føroyum fingu møguleikan at keypa bíligari skúlabøkur.

 

Hvussu og hvat?

Ert tú ein av teimum, ið byrjar aftur á miðnámi ella Setrinum, kanst tú skráseta teg á www.o.fo og fáa ókeypis lestrarkort. Skal tú harumframt gera stórar íløgur í skúlabókum, kanst tú gera tað í sama viðfangi, sum tá tú skrásetur teg, tí skúlabøkurnar verða seldar online.

 

Tað kann viðmerkjast, at lestrarkortini eru galdandi fyri allar útbúgvingar í Føroyum. Alt frá miðnámi til tekniska skúla til vinnuháskúlan og Fróðskaparsetur Føroya.

 

Les meir um okkara tilboð og tænastur á www.o.fo ella vitja okkum á Facebook.

 

Ó