Óhapp á moldgoymsluni í Sandavági

vinna02-01-2017 - 12:07 - Jóanis Nielsen

 Í morgun skrædnaði benið undan einum lastbili á moldgoymsluni, sum er í grótbrotinum í Sandavági.

Bilurin var fullur av mold og tí nakað tungur, soleiðis at benið ikki helt tunga bilinum, sum spakuliga smokkaði í allari moldini.

Nú verður arbeitt við, at fáa bilin upp aftur, fyrst verður moldin tømd úr lastini, síðan setir ein kranabilur á lastbilin, tað verður helst ikki trubult, at fáa bilin upp aftur.