Nú er eingin kúgv í Mykinesi

tíðindi16-10-2013 - 05:37 -

"Kúgvin, ja um hana kann man bara siga, ein skortlitt kúgv…eina løtu aftrat. Síðani syngja vit “Ongin skortlitt kúgv við garðalag, stendur har og beljar” ( Skrivar - Jan Eyðun Jacobsen - í 2009)

Í dag var seinasta kúgvin í Mykinesi dripin. Tað var bóndin Bjarni Hansen, sum nú ikki orkaði ella tímdi at fáast við neyt meira. Bjarni hevur havt neyt alt tað vit vita um, men trupulleikin var at fáa tarv til Mykinesar, tí tók Bjarni avgerðina at sleppa sær av við neytini - spell - tí helst vóru neytini hann hevði av føroyskum uppruna.

Myndirnar hava Jórunn Elisdóttur og Birgir Joensen tikið Video á youtube hevur Eystein í Løðu tikið.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=f5HSvgxKTYE]
Seinasta kúgvin avlíva úti í Mykinesi.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=s1zaHFykRPM]
Fletting.