Mynd: Bjarni Mohr
Nú byrjar matsendingin »Spískamarið« aftur. Á myndini eru teir fýra, (f.v.) Jónfinn Stenberg, Gutti Winther, Pætur M. Dahl og Kjartan Hansen, í Mykinesi eftir Súlu.

Nú byrjar »Spískamarið« aftur

Mentan26-09-2013 - 19:15 - Jóanis Albert Nielsen

Hóskvøldið 3. oktober verður tann fyrsti parturin í eini nýggjari røð av matsendingunum sendur í sjónvarpinum.

Saksun, Borðoy, Nólsoy, Elduvík, Sandoy og Koltur. Teir hava longu verið víða um í landinum og gjørt mat úr og í føroysku náttúruni - menninir handan sjónvarpssendingina »Spískamarið.«

Nú fara teir aftur á ferð. Arbeitt verður við seks nýggjum pørtum, har kokkurin, Gutti Winther, og manningin handan sendingina, fer at vísa tær sanna matgleði, sum er kjarnan í sendingunum.

18 oyggjar - 18 matsendingar

- Dreymurin hjá okkum er at gera 18 matsendingar, soleiðis at vit koma runt alt Føroyar og fara at gera mat í øllum teimum 18 oyggjunum, sigur framleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl.

Kelda kvf.fo.

Les meira við at trýsta her.