Norðoya Sjálvstýrisfelag nýggja nevnd

Politikkur16-03-2021 - 10:10 - Jóanis Albert Nielsen

Á aðalfundinum mánakvøldið 15. mars 2021 hevði Norðoya Sjálvstýrisfelag aðalfund.

Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Kristian Eli Zachariassen, formaður, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Rúna Sivertsen, skrivari, Sven Dahl, kassameistari og Beinta Klakstein, nevndarlimur.

Aðalfundurin valdi Sámal Petur í Grund, sum umboð í Landsnevnd Sjálvstýrisins, og Sven Dahl, sum varalim.