Norðingur skal landa makrel í Kollafirði

vinna12-09-2019 - 23:34 - Jóanis Nielsen

 Norðingur siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 580 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði eftir middag í morgin og skulu byrja at landa kl. 14.

Norðingur hevur roynt á 63,5N og 1,5V - á feltinum eru: Borgarin, Fram, Gitte Henning og Hoyvík - Høgaberg er áveg norður hagar, teir verða frammi tíðliga í morgin.

Norðingur hevur ligið í alt summar, teir løgdu í juni, so hesin túrurin er tann fyrsti teir gera síðan tá.