Norðingur er komin á Fuglafjørð

Vinna13-07-2020 - 13:52 - Jóanis Albert Nielsen

Um 10 tíðina fyrrapartin í dag kom Norðingur á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Tá ið Norðingur setti kósina á Fuglafjørð í nátt royndu teir norðanfyri. Norðingur hevur henda túrin fingið 1650 tons av svartkjafti.