Nógv ross við á ólavsøkukappríðingini

ítróttur27-07-2019 - 12:33 - Jóanis Albert Nielsen

37 ross eru við í kappingini ólavsøkudag, hetta er tað mesta í nógv ár

Siðbundna kappríðingin á ólavsøku verður á breytini í Marknagil ólavsøkudag kl 15. Hon var fyrstu ferð hildin í 1921 og fyllir sostatt skjótt 100 ár.

Hesaferð luttaka 37 ross, tey eru deild í greinarnar, Tølt, Skeið, Trav, Tvíspor ung, Tvíspor ll flokkur og Tvíspor l flokkur. Tað er Føroya Ríðingarfelag ið skipar fyri ólavsækukappríðingini og formaðurin Hallur Hansen fegnast um nógvu luttkararnar. Onkrar tillagingar eru gjørdar innan greinarnar, m.a. eru sunmmar greinar styttar úr 500 mtr niður í 250 mtr. Hetta vísir seg at geva úrslit við fleiri luttakarum.

Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja seinna dagin á ólavsøku, við at fara niðan á breytina hjá Føroya Ríðingarfelag uppi í Marknagili. Tá veðrið er gott savnast ofta fleiri hundrað fólk at hyggja at rossinum dystast.

Ólavsøkukappríðingin byrjaði upprunaliga við Sundsvegin, flutti so út á Velbastaðvegin áðrenn hon í 1970 flutti niðan í Marknagil. Hetta er sostatt millum elstu ítróttargreinar í Føroyum og á ólavsøku.

Skráin til ólavsøkukappríðingina sæst her http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=8846cccb-5b05-4be8-b463-addc1ac3539b