Neistin vann við 25 málum á Søljuni - myndir

Myndir21-11-2014 - 04:53 - Jóanis Albert Nielsen

Søljan tók í kvøld ímóti Neistanum í Høllini á Giljanesi. Søljan skrivaði søgu, tí tær á fyrsta sinni í ár hava verið á odda í einum landskappingardysti í Hvonn-deildini, Sóljan førdi nevnliga 1-0, við máli, sum tær fingu í fyrsta minutti, men Neistin javnaði longu áðrennn 1. minuttur var runnin.

Annars var gongdin eins og í undanfarnu dystum hjá Søljuni, Neistakvinnurnar runnu undan og kundu fara til hálvleiks við støðuni 6-19.

Í seinna hálvleiki fekk Søljan 3 mál, ímeðan Neistin fekk 15 - Neistin vann sostatt 9-34. Neistin liggur nú ovast í Hvonn-deildini, tær hava 15 stig fyri 10 dystir - Sí annars støðuna niðast í greinini.

Søljan: Kristina Griksaite, Uná á Steig, Arnleyg Haraldsen 5, Hertha Simonsen 2, Oddvør Lauritsen, Nadja Johannesen, Rannvá Briansdóttir, Oliva Kruse 1, Jóhanna Kjartansdóttir, Rebekka Johannessen 1, Jórunn Gudmundsen, Kára Ellingsgaard og Christel Christophersen.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy 3, Lilja Mohr 2, Birita Jacobsen, Eir Berg 6, Bára Hansen 8, Birita Wardum 3, Marijana Lucic, Ása Cristiansen 2, Guðrið Poulsen 1, Selma Dal Erol 4, Nicoleta Hansen 2 og jacklin Durhuus 3.

Støður í dystinum:

5. min. 2-4

10. min. 2-7

15. min. 2-9

20. min. 3-11

25. min. 5-15

30. min. 6-19

35. min. 6-21

40. min. 7-22

45. min. 8-25

50. min. 9-28

55. min. 9-32

60. min. 9-34

Dómarar: Helgi Hoydal og Sigmundur Dahl

Áskoðarar: 45

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1030120110015
2Kyndil102652006514
3VÍF92522044812
4VB71911345711
5StÍF7165150156
6Stjørnan9151264-1132
7Søljan881253-1720