Nei, Rógvi Olafsson, fólk hava ikki mist tilknýtið til havnirnar

top21-10-2019 - 21:02 - Jóanis Albert Nielsen

Í Degi & Viku fríggjakvøldið varð Rógvi Olafsson spurdur, hvat orsøkin var til, at fólk seinasta tíðina hava gjørt vart við gang frá skipum.Tað skínur ígjøgnum, at hansara niðurstøður ella gitingar, byggja á fullkomiliga ókunnleika um málið.

Rógvi meinar millum annað,at fólk hava mist tilknýti til havnirnarog tí blíva órógvað av nøkrum, tey ikki hava tilknýti til, og tí hava lættari við at klaga.
Eisini meinar hann, at tað er lættari hjá fólki at klaga, nú eitt felag er stovnað.

Nei, Rógvi, tað er ikki tað, sum er hent. Veruleikin er ein annar.

Tað eru ikki fleiri, sum klaga og gera vart við seg í dag, enn fyri nøkrum árum síðani. Vit liva í einum lítlum samfelag og flestu fólk eru bangin fyri sínum umdømi, húsaprísum, arbeiðsmøguleikum, familjuviðurskiftum, at vera útihýst, happaði og so framvegis. Nøkur teirra hava beinleiðis ella óbeinleiðis tætt tilknýti til fiskivinnuna, onnur hava tætt tilknýti til kommununa og uppaftur onnur eru í almennum starvi hjá landinum. Hesi hætta sær tí ikki at klaga ella at koma fram alment.

Tey, sum hava klagað í áravís, hava klaga og gjørt vart við seg á røttum stað, nevnliga hjá kommununum og øðrum viðkomandi myndugleikum. Men hesir myndugleikar og kommunur hava ikki tikið klagurnar í nóg stórum álvara ella viðgjørt tær aktivt. Tey hava í ára tíggir ikki gjørt nakað fyri at gera neyðugu broytingarnar. Myndugleikarnir hava goymt og dult málið vekk í áravís.

Orsøkin til at fleiri klagur hoyrast nú, og at tað er meira umtala í dag, er fyrst og fremst tí at fólkið nú hevur eina rødd í felagnumHeimafriður. Har hava tey fólk, sum hava dedikera seg til at loysa hetta málið og standa stinn.

At siga, at fólk hava mist tilknýtið til havnirnar er púra burturvið. Havnalagi fyrr og nú kann ikki samanlíknast. Bæði larmurin og trafikkurin er øktur munandi.

Larmurin, sum klagað verður um er órímiliga ógvusligur og eigur ikki at vera góðtikin. Tosað verðurikkium vanligan ella rímiligan larm frá havnavirksemi. Talan er sostatt als ikki um øll skip.

Tað eru fleiri limir og stuðlar hjá felagnum, sum eru skiparar, skipsførarar, maskinmeistarar og onnur, sum hava bæði tilknýti til havnirnar og vinnuna annars. Hesi vísa á órímiligheitir við føroyskar havnir og munin í útlendskum havnun, har hesi somu hava starvast ella vitjað. Hesi vita, hvat tey tosa um.

Fakta er, at borgarar, sum eru illa raktir av ganginum frá meiningsleysa motorljóðinum trívast ikki, tí tey ikki fáa frið, hvørki í kropp ella sinn. Fólkflýggjaúr egnum heimi. Er Føroya fólk klár yvir hvussu álvarsamt hetta í verðulleikanum er?


Gangurin er so ekstremur og gjøgnumtreingjandi, at tú verður noyddur at uppliva fyri at vita.


Tað er meiri sannlíkt, at vit í Føroyum hava mist virðingina og samkensluna við okkara medmenniskjum.

Egoisman sýnist ovurstór hjá teimum ráðandi, og tað ræður um at hava so lin krøv sum møgulligt, fyri at fáa tey skipini hendavegin, sum eru óynskt í londunum rundan um okkum.

Pengar hava meira at siga fyri nakrar býráðspolitikara her í landinum, enn heilsa og vælvera hjá teirra borgarum.

Heimafriður