Atlantic: VÍF vann 25-24 á StÍF - myndir

ítróttur09-11-2014 - 23:58 - Jóanis Albert Nielsen

Dysturin í Atlantic Airwaysdeildini í Vestmanna í dag millum VÍF og StÍF gjørdist javnur og spennandi allar 60 minuttirnar.

Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, tey skiftust um at liggja omaná, StÍF var eitt mál frammanfyri tá ið teir fyrstu 30 minuttirnir vóru leiktir, hálvleiksstøðan gjørdist 11-12 til StÍF.

Sama gongdin varð í seinna hálvleiki, men VÍF dróg longra stráðið, teir vunnu dystin 25-24 og halda sostatt fast um 1. plássið í Atlantic Airwaysdeildini.

Annars kann sigast, at VÍF ikki leikti eins gott í dag, sum vit hava sæð teir í hinum dystum higartil í ár, teir virkaðu alt ov sløvir til tíðir.

VÍF: Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen 1, Agnar Joensen 1, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 1, Andrias Eriksen, Niclas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Mads Eriksen 8, Hanus Christophersen 5, Filip Jojic 6 og Sjúrður Nielsen 1.

StÍF: Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus 5, Steinar A. Prestá 4, Marius Joensen 1, Eyðbjørn Erikson, Jóhannus Olsen 2, Kjartan Johansen 6, Sveinur Justinussen 2, Jógvan G. Joensen, Teitur Nielsen 3 og Pætur Johansen.

Støðan ígjøgnum dystin:

5. min. 1-1

10. min. 3-3

15. min. 6-5

20. min. 7-8

25. min. 9-10

30. min. 11-12

35. min. 15-14

40. min. 17-15

45. min. 18-17

50. min. 21-20

55. min. 24-22

30. min. 25-24

Áskoðarar: 418

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Dysturin í Klaksvík í gjár millum Team Klaksvík og Kyndil endaði við at Kyndil vann 23-25.

Støðan í Atlantic Airwaysdeildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF71861523412
2H7171751393610
3Kyndil7164141239
4Neistin7157176-197
5KÍF6147156-94
6StÍF7165180-154
7Team Klaksvík7158208-502