Myndir úr Lítlu Dímun

mentan07-10-2018 - 11:27 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru hvalbingar á fjalli í Lítlu Dímun.

Teir tóku 5 á gyllin, tað er eit meðal gott ár. Nakað av brimi var og tí ókyrt á Tanganum, so menn máttu suðurum, ta tekur 1½ tíma eyka at fáa fólkið av Oynni tá.

Annars ein sera góður dagur at reka í, gott at ganga í brattlendinum.

Kl. 20.30 í gjárkvøldið var farið at býta seyðin.

Myndir og orð: Poul Poulsen og Kaj Bergmann.